Grønlendingar ætla at gera eina nýggja verjuavtalu við USA, og í sambandi við hetta arbeiðið ætlar grønlendski landsstýrisformaður, Jonathan Modzfeldt, at fáa í lag fund við nývalda amerikanska forsetan, George W. Bush.
- Boðini frá landstinginum eru greið. Um danska stjórnin ikki vil verða við til at endurnýggja avtaluna, so fara vit sjálvir at seta okkum í samband við USA, sigur Jonathan Modzfeldt við donsku tíðindastovuna Ritzau.
Gamla verjuavtalan millum USA og Grønland er frá 1951, og var tá gjørd millum USA og Danmark.
Amerikumenn ætla at brúa Thule-støðina sum ein lið í nýggju rakettverjuskipanini.
Grønland ynskir at fáa tættari samskift við amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, tí tað eru teir, sum hava leiðsluna á hernaðarstøðunum í Grønlandi.