Móðurmálsdagur 25. mars 2022

Aftur í ár fara vit í Føroyamál at seta dám á móðurmálsdagin 25. mars.

 

Vit hava opið hús, og evnið hesaferð verður móðurmálið og avbjóðingar hjá fólki í Føroyum við føroyskum sum annaðmál.

 

Vit fara at hava sofaprát við Marjuna Lómaklett, ið virkar sum integratiónsprestur í Føroyum. Vit fara at spyrja Marjuna, hvussu umstøðurnar eru hjá børnum og familjum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Hvør er støðan, og hvør er tørvurin?

 

Vit fara eisini at hoyra frá lesandi á Fróðskaparsetrinum um nýggju útbúgvingina í føroyskum sum annaðmál. Hvussu er útbúgvingin skipað, og hvussu hon er ætlað skúlaverkinum og frálæruni í móðurmálinum?

 

Haldur Suni fer at lesa egnar yrkingar um móðurmálið.

 

Tiltakið verður stroymt á fb-síðuni hjá Føroyamál.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til prát um móðurmálið, hugna og kaffi við onkrum góðum afturvið í Varðagøtu 8 í Tórshavn í húsunum hjá Yrkisfelagnum Miðnám kl. 15.00 til 16.30 móðurmálsdagin.

 

Tiltak á Facebook: https://fb.me/e/4zo66r3tf

 

Hetta skrivar Áhugafelagið Føroyamál í tíðindaskrivi.