– Vit hittast bæði, sonur mín og eg, og vit fara at skrøgga eitt sindur um samleika og dna – og um, hvussu vit lenda í sama estitikki/anti estetikki, sigur Barbara í Gongini.
– Hann arbeiðir digitalt taktilt, og eg analog taktilt. Tað snýr seg um, hvat formar okkum, og hvaðani íblásturin kemur, sum skapar landið og fólkið og so víðari, sigur hon.
Ferniseringin verður í dag, fríggjadagin 2. februar, klokkan 17.
##med2##
– Vælkomin til fernisering av framsýningini Úrbregði hjá listafólkunum báðum, Barbaru í Gongini og Hauge í Gongini Djernis. Aftur við bjóða vit og listafólkini tykkum eitt glas av onkrum góðum, skrivar Norðurlandahúsið, sum greiðir soleiðis frá um framsýningina, Úrbregði:
##med3##
List og sniðgáva verða flættað saman í hesari framsýning, har Hauge Í Gongini Djernis og Barbara Í Gongini seta felags føroyska arvin undir sjóneykuna. Tvørtur um ættarlið samskifta tey um teirra arbeiði og leita eftir bæði sambondum og ymiskleikum.
##med4##
Barbara í Gongini (f. 1966) og Hauge í Gongini Djernis (f. 1996) hava í felag áhugan fyri jarðfrøði, tøkni og at spæla sær við og bjóða tí siðbundna innan handverk og klædnavirki av. Í teirra hondum broytast, úrbregðast, lutirnir. Á hvønn sín hátt vilja tey kanna søgurnar um at hoyra til, samleika og støð. Verkini eru evnað við at petta tað kenda sundur, broyta bygnaðin og seta tey saman aftur heilt øðrvísi.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##