Framhaldssøgan um Luka Modric tykist nú fáa ein enda.
Alt fjør summar lá Chelsea fram við at fáa fatur á kroatanum, men uttan úrslit.
Í ár hevur tað verið Real Madrid, ið vil hava fingrarnar í miðvallarkreatørin, og nú veit Sky Sports at siga, at ein handil millum Tottenham og Real Madrid er á gáttini.
Prísurin skal vera 24 milliónir pund, ella 224 milliónir krónur umframt 37 milliónir krónur aftrat alt eftir, hvussu spælarin klárar seg í Real Madrid.
Luka Modric sjálvur hevur bæði í fjør summar og nú í summar lufta áhuganum at koma til eitt størri felag.
Skiftið til Spania verður tó ikki veruleiki fyrr enn Tottenham hevur funnið ein avloysara fyri Modric. Fyrr er íslendski Gylfi Sigurðsson komin til felagið at styrkja um miðvøllin, men roknað verður við, at Andre Villas-Boas fegin vil hava Porto-stjørnuna, Joao Moutinho, til felagið í staðin fyri Modric.