Modric trívist í Tottenham

Italska felagið Juventus skal verða til reiðar við einum tilboði á 200 milliónir krónur fyri krotatiska Luka Modric, sum spælir fyri enska felagið Tottenham. Men Modric ætlar sær ikki at skifta felag. - Sjálvandi veit eingin, hvat framtíðin hevur at bjóða, men ætlanin hjá mær er at halda fram í Tottenham. Vit hava eitt gott lið, sum hoyrir heima í toppinum, sigur Modric við Daily Telegraph.