Kroatiski stórspælarin Luka Modric, sum spælir fyri enska toppliðið Tottenham, breyt beinið í dystinum ímóti Birmingham leygardagin. Nú skal Modric halda frí í minst seks vikur, og tað kemur illa við hjá spælaranum, sum hevur verið í stórformi í ár.
- Eg kenni tað, sum um alt er dottið saman rundan um meg. Eg eri sera keddur av hesum, og tað ringasta verður at skula verða áskoðari til dystirnar næstu tíðina, sigur Modric.