Móðir Teresa verður halgimenni

Móðir Teresa, albanska nunnan sum gjørdist heimskend fyri sítt hjálpararbeiði, verður nú eitt halgimenni. Tað boðaði Vatikanið frá í dag.


4. september er settur sum dagurin, tá Móðir Teresa loksins verður halgað, umleið fjúrtan ár aftaná at nunnan doyði í Calcutta, har hon búði tað mesta av sínum lívi.


Tað er ein long tilgongd til ein deyður persónur uppfyllir krøvini til at vera eitt halgimenni, men longu tá Móðir Teresa doyði, byrjaði fólk at trýsta á, at fáa pávan og Vatikanið at seta gongd á tilgongdina.


Tá Móðir Teresa varð sælutilnevnd í 2003, tað er fyrsta stigið til at gerast halgimenni, samlaðust 300.000 pílagrímar í Róm fyri at vera við til søguliga hendingina.


Veruliga navnið hjá Móðir Teresu var Agnes Gonxha Bojaxhiu, og varð hon borin í heim 26. august 1910 í Albania.


Hon fór til Írlands sum 18 ára gomul fyri at gera seg klára til eitt lív sum trúboðari, og longu sum 19 ára gomul fór hon til India. Í India gjørdist hon heimskend fyri sítt arbeiði millum heimleys, sjúk og fátøk á gøtunum í Calcutta, og vann hon Nobel friðarheiðurslønina í 1979 fyri sítt arbeiði.


Hon doyði 5. september 1997 87 ára gomul.