Móðir og dóttir á ólavsøku

Áðrenn setanina vóru Durita og Henny Biskopstø farnar oman á Vaglið, har tær vóru farnar oman av eini heilt serligari orsøk.

- Dóttir mín hevur gingið skrúðgongu við Kyndli í dag, sigur Durita, sum býr í Havn.

 

- Vit valdu at koma oman á Vaglið longu klokkan 13 fyri at tryggja okkum gott pláss, sigur Henny, sum upprunaliga er av Glyvrum, men hevur búð í Havnini í mong ár.

 

Tá man býr í Havn, kann man forvænta, at fólk kemur á gátt á ólavsøku. Soleiðis er eisini hjá Henny.

 

- Í gjár ruddaðu og bakaðu vit allan dagin. Í kvøld fáa vit gestir, so tað má vera nokk av góðum føroyskum mati. Fólk plaga bara at detta innar, og eg minnist í 70unum, at tá plagdi alt KÍ liðið koma til nátturða aftaná dyst, sigur Henny, ið er gift klaksvíkingi, ið hevur spælt nógv fótbólt.

 

- Fólk gista ikki eins og fyrr. Áðrenn vegasambandið gjørdist so gott, høvdu vit altíð liggjandi gestir, og viðhvørt var tað upp til 15 fólk, ið búðu hjá okkum, sigur Henny.

 

Sambært Duritu er nógv við ólavsøkuni broytt til tað betra í mun til ólavsøkuna, tá hon var yngri.

 

- Grundleggjandi eru tað tvey ting, eg havi hug at nevna. Fyri tað fyrsta eru í dag nógv færri skítfull fólk, sum man sá nógv av tá. Fyri tað næsta haldi eg, at ólavsøkan er nógv betur skipað nú, har tilboðini til eitt nú børnini eru sera fjølbroytt, sigur Durita.

 

- Vit hava ein virkuliga vakran ungdóm, sum ikki liggur avdottin til eina høgtíð sum hesa. Tað trúgvi eg ikki finst nógva aðrastaðni, sigur Henny at enda.