Modernaður retrobilur frá Fiat

Bilurin sum nógv hava bíða eftir í longri tíð er nú komin. Talan er um Fiat 500, sum er ein nýggjur minibilur, ið er gjørdur við Fiat 500 frá 1957 sum fyrimynd

Fiat eru nú við í kappingini um modernaðar retrobilar sum t.d. VW New Beetle og Mini. Fiat 500 er gjørdur við Fiat 500 frá 1957 sum fyrimynd.


Bilurin fekk fimm stjørnur og fult stigatal í EuroNCAP krasjtestunum, sum er flott fyri ein bil í miniklassanum.


Fiat 500 fæst við tveimum bensinmotorum: 1,2 litra við 69 hk og 1,4 litra við 100 hk og einum 1,3 litra dieselmotori við 75 hk. Allir motorarnir eru økonomiskir og umhvørvisvinarligir.


Bæði uttan og innan líkist Fiat 500 originalmodellinum frá 1957 við setrum og instrumentborði í modernaðum retrostýli.


Jens Petur Jensen frá Nordcar sigur, at teir hesa og næstu vikuna hava fleiri góð tilboð við bæði nýggjum og brúktum bilum. Umframt nakrar útvaldar nýggjar bilar hava teir eisini fleiri brúktar bilar, sum verða seldir við stórum avsláttri.