Modernaðar havnarsøgur á pall

Nú Tórshavnar kommuna hevur 100 ár á baki sum fólkavald kommuna, hevur Havnar Sjónleikarafelag skapt framhald av leikinum, Havnarmyndir. Postkort úr Havn er navnið á leikinum, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp saman við Tjóðpalli Føroya.

Leikurin snýr seg um hendingar í Havnini frá 80?unum og fram til dagin í dag. Tað vil siga, at í tíðarhøpi verður hildið fram, har vælumtóktu Havnarmyndirnar, sum vóru á palli í 1984/85, sleptu.

Tað verður trivið í minnisverdar hendingar og kryddað verður við sangi og tónleiki, so tiltakið ber brá av kabarett.

Áskoðarin kann gleða seg til at síggja fleiri av okkara gomlu leikarum trína fram á pall ? so sum Kára K. Mouritsen, Kjartan Kristiansen og Sonna Smith. Umframt onnur kend andlit eru eisini nógvar nýggjar og ungar kreftir.

Tá ongin beyð sær til at skipa fyri Ólavsøkukabarettini í ár, varð tað hildið vera hóskandi at seta Postkort úr Havn á breddan nú, og verður 1. sýningin Ólavsøkuaftan klokkan 20.

Atgongumerkir fáast á Kunningarstovuni og annars í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.