Modern Family sjónleikari deyður

Hann varð 86 ára gamal

Amerikanski sjónleikarin Fred Willard er farin. Hann varð 86 ára gamal.

Dóttir Ferd Willard, Hope Willard, sigur við amerikanska miðilin TMZ, at pápi hennara doyði fríggjanáttina

– Pápi andaðist stillisliga og róliga gjáranáttina heili 86 ára gamal. Hann flutti seg, arbeiddi og gjørdi okkum øll glað til tað síðsta. Vit elskaðu hann so ómetaliga nógv. Vit fara altíð at sakna hann, sigur Hope Willard við TMZ. 

Yrkisleiðin hjá sjónleikaranum Fred Willard hevur verið drúgv bæði í sjónvarpsrøðum og filmum. Hann hevur arbeitt sum sjónleikari síðani 70ini. 

 

Seinastu árini hevur hann verið sera væl umtóktur fyri leiklut sín í kendu sjónvarpsrøðini »Modern Family«, har hann hevði leiklutin sum pápi Phil Dunphys.

Fred Willard var giftur Mary Willard, sum andaðist í 2018.