Fyri skjótt tveimum mánaðum síðani luttók 17 ára gamla Sonja Davidsen úr Miðvági í vakurleikakappingini Queen of Scandinavia í Danmark. Hon kom í finaluna og eydnaðist at vinna tittulin sum Miss Popularity.
Síðani hevur gingið við rúkandi ferð hjá ungu miðvágsgentuni.
Herfyri skrivaði hon sáttmála við eina modellstovu, og sostatt skulu tey hjálpa henni at fáa ymisk modellarbeiði. Longu nú hevur Sonja Davidsen gjørt fleiri modelluppgávur.
Við donsku heimasíðuna josephinehelbrandt.dk sigur føroyska modellin, at nógvar broytingar eru hendar, síðani hon luttók í vakurleikakappingini í Keypmannahavn.
- Tíðin aftan á finaluna hevur verið ógvulig stuttlig fyri meg í Føroyum. Eg havi fingið nógv uppmerksemi líka síðani, sigur Sonja Davidsen.
Til ber at lesa meira um vakurleikakappingina og Sonju Davidsen her