Modellirnar venja av lívsins kreftum

Mánadagin fóru ellivu ungar føroyskar dámur til New York umvegis Reykjavík. Tær skulu vera við í eini altjóða kapping, men áðrenn farið verður til USA venja tær saman við íslendsku luttakarunum, og har er eingin tíð til spæl. Genturnar venja allan dagin til seint á kvøldi

Um nakrar dagar fara ellivu føroyskar gentur at vera við í eini vakurleika- ella modellkapping, sum verður í »The Big Apple« - New York - í USA.

Genturnar fóru úr Føroyum mánadagin og á veg til amerikanska stórbýin steðgaðu tær í nakrar dagar í Reykjavík, har tær skulu venja saman við teimum íslendsku gentunum, sum felagið Icelandic Models hevur funnið fram til.


Glaðar fyri føroysku genturnar

Tað var í fjør, at íslendska modellfelagið kom til Føroya at leita eftir vøkrum ungum gentum.

Grundarlagið var eftir øllum at døma til staðar, tí longu eitt ár aftaná, fara ellivu dámur at vera við í eini stórari kapping, sum kallast kallast Modelling Association of America International, Inc., har umleið 1.400 fólk vera við.

Higartil hevur tað gingið framúr væl hjá íslendingum í hesi kapping, tí teir hava vunnið hana øll árini. Tí er tað eitt mál hjá fleiri londum at vinna á júst íslendingum.

Um tað er fyri at styrkja sær um liðið, at íslendingar nú hava vent sær til Føroya skal vera ósagt, men tað vísir seg, at íslendingar eru fegnir um føroysku genturnar.

Tvær teirra príða nevniliga alla framsíðuna á bygninginum hjá Icelandic Models í Reykjavík. Lív og Gunnvá eita tær, og sum vit hava skilt, so sær tað bara heilt vakurt út.


Venja hart og leingi

Tað krevur sítt, at luttaka í eini slíkari kapping, og tað er ov nógv at siga, at føroyingar eru vanir við slíkt.

Hetta roynir íslendska felagið kortini at gera nakað við, tí á veg til New York hava føroysku genturnar gjørt ein styttri arbeiðssteðg í Reykjavík.

Og tá talan er um arbeiðssteðg, so verður arbeitt allan dagin á tamb.

Venjingin byrjar klokkan átta á morgni og onkran fyrrapart hevur íslendska sjónvarpið verið og tikið upp. Aftaná døgverða verður aftur farið undir venjingarnar og tá verður vant til út móti midnátt, greiðir Gissur Patursson frá úr Reykjavík.


Foreldrini við

Tað hevur verið tosað nógv um lívsførsluna hjá teimum ungu modellunum. Eitt nú hevur ein bretsk sending verið at sæð í SvF, sum vísti, at tær ikki altíð vera so væl viðfarnar.

Hesum byrgir íslendska fyri, tí føroysku genturnar eru ikki einsamallar á ferðini. Allar hava tær skyldfólk við sær í ferðalagnum og lítið er at ivast í, at tað er gott at hava ein góðan stuðul við sær.

Hvussu tað fer at gangast føroysku modellunum mugu vit bíða eftir at frætta nærri um, men her á Sosialinum ynskja vit teimum góða eydnu á ferðini.