Birgar Johannessen við modellinum, sum hann gjørdi av Tinganesi og gomlu Havnini. Birgar doyði 19. november í 2020, 74 ára gamal.

Modellið hjá Birgar av gomlu Havnini í Snarskivuni

Stóra modellið av Tinganesi, Reyni og øðrum pørtum av gomlu Havnini, sum Birgar Johannessen bygdi, verður sýnt fram í Snarskivuni nú á ólavsøku og eina tíð frameftir.

 

Birgar Johannessen við modellinum, sum hann gjørdi av Tinganesi og gomlu Havnini. Birgar doyði 19. november í 2020, 74 ára gamal.

Í longri tíð sást Birgar Johannessen ganga og mala millum húsini úti á Reyni og niðri í Gongini við tummastokki og papparí og býanti. Hann máld øll húsini upp væl og virðiliga og rokna upp á forhold og annað, so húsini í modelli hansara passa hvørt til annað. Nærlagdur sum hann var, so vildi hann alt at passa so væl saman. Birgir var góður við Havnina og ikki minst gomlu Havnina, har hann varð føddur í gamla bókhandlinum í Gongini og búði síni fyrstu ár.

 

Tórshavnar kommuna eigur modellið hjá Birgari, sum nú aftur kemur til heiður og æru.

 

Tað er nú sett upp í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu, og har verður tað sýnt fram á ólavsøku, báðar dagarnar millum kl. 15 og 18.

 

Eftir ólavsøku verður modellið standandi eina tíð frameftir og kann sostatt síggjast, tá opið er í Snarskivuni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

Birgar Johannessen við modellinum, sum hann gjørdi av Tinganesi og gomlu Havnini. Birgar doyði 19. november í 2020, 74 ára gamal.