Birgar Johannesen hevur sett sær fyri at gera ein stóran part av Tinganesi sum modell-hús í støddarlutfallinum 1:100. Higartil hevur hann gjørt Stokkastovuna og húsið omanfyri, sum myndirnar vísa.
Birgar sigur, at hann hevur brúkt einar tríggjar vikur higartil uppá tey bæði húsini. Tilfarið er papp, lím, máling, grillpinnar o.a. sum eg hann finnur uppá.
Hann ætlar at gera model av húsum frá uttast á nesinum og niðan í Bringsnagøtu.
Myndir: Birgar Johannesen við loyvi