Modell í New York

Føroyska Jonna Joensen bleiv steðgað á gøtuni í New York, tá hon var á námsferð við flokkinum í heyst.
Ein sniðgevi vildi nýta hana sum modell til armvermarar.

Jonna Joensen gongur á handilsskúla í Kambsdali, og á heysti 2009 var hon saman við flokkinum á námsferð í USA. Leiðin gekk til New York og Washington.

Tá hon gekk á gøtuni í New York varð hon steðgað av einari kvinnu, ið spurdi um hon vildi verða modell fyri hennara armvermarar.

- Hon var nýblivin sniðgevi og hevði áður skrivað handrit til filmar, greiðir Jonna frá.

Jonna trúði ikki rættuliga upp á kvinnuna, men eftir at hon kannaði heimasíðuna og hølið, har myndirnar skuldu takast, gjørdi hon av at taka av.

- Studio, har myndirnar vóru tiknar, lá á Manhattan og er sama studio, har myndirnar til "American Topmodel" verða tiknar. Colgate og L'Oreal nýta eisini sama studio, sigur Jonna.

Jonna var sminkað og gjørd í stand, og dagurin gjørdist eitt satt upplivilsi.

Nakra løn fekk hon ikki fyri ómakin, men hon fekk allar myndirnar.

Jonna hevur ikki fingist nakað serligt við at vera modell áður, men fyri stuttari tíð síðani hevur hon eisini tikið myndir til troyggjurnar hjá Navia.