Model S verður ein kollvelting

Við næstan 300 hk og 0-100 km/t upp á 6 sekund og eini toppferð uppá næstan 200 km/t verður amerikanski Tesla Model S ein kollvelting innan elbilar. Bilurin koyrir 480 km upp á eina løðing og battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir

Tað sær út til, at tað verður nýggja bilverksmiðjan Tesla Motors í USA, sum fer at yvirhála teir flestu bilframleiðararnar hvat elbilum viðvíkur.


Tesla Roadster hevur verið á danska marknaðinum í eina tíð, og um tvey ár kemur Tesla Model S, sum er ein sedan við fýra hurðum, á danska marknaðin. Model S hevur 292 hk el-motor, koyrir frá 0-100 km/t upp á 6 sekund, og kann koyra 480 km upp á eina løðing. Battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir.


Í samrøðu við Bilradio á Rás2 segði Kim I. Madsen, sølukonsulentur hjá P. Christensen sum umboðar Tesla Motors í Danmark, at Tesla Model S eftir ætlan kemur á marknaðin um ársskiftið 2011/2012.


Amerikanska verksmiðjan Tesla Motors Inc. varð stovnað í 2003 av verkfrøðingum frá háteknologisku háborgini í USA, Silicon Valley. Høvuðssætið hjá Tesla Motors er í Palo Alto í Kalifornia.