Konsert verür í Spaniastovu 27.nov. kl 22, har norski tónleikarin, Moddi, framførir sangir av útgávuni “Unsongs: Forbidden Stories”, 2016.
Moddi er ungur sangari og sangskrivari úr Norður-Noreg. Tónleikur hansara er ein samanrenning av fólkatónleiki og poppi. Moddi sjálvur sigur seg vera sangara og søgusigara.
Moddi er serliga kendur fyri sínar tulkingar og umsetingar av kendum sangum hjá m.a. Vashti Bunyan og Pussy Riot. Mest spælda lag hansara á youtube.com er House by the See.
Unsongs er ein merkisverd samling av sangum úr m.a. Vietnam, Chile, Israel og USA. Alt sangir, sum eitt tíðarskeið hava verið bannaðir og sensureraðir.
Við ...stórum kenslusemi og hugflogi hevur Moddi givið sangunum nýtt lív. Unsongs bæði heiðrar tí sensureraða og avdúkar tey, sum sensurera.
Unsongs er fjórða útgávan hjá Moddi.