Mobilt miðbýarposthús

Avgreiðslan hjá Posthúsinum í miðbýnum í Havn letur upp aftur í nýggjum hami við posttøku og kurér tænastu. Tíðin skal vísa, hvussu tænastan virkar, og hvørt tað verður brúk fyri avgreiðslu við diski inni á deildini

Deildin hjá Posthúsinum í miðbýnum í Havn, letur upp í nýggjum hami. Hon verður øðrvísi við tað at ein posttøka verður sett inn í avgreiðsluna, ið avgreiðir ørindini hjá viðskiftafólkum. Umvegis posttøkuna kunnu viðskiftafólkini senda brøv og pakkar, umframt at keypa frímerki. Onnur viðurskifti, so sum at gjalda við girokorti, fara fram á Suðuroyar Sparikassa.

Deildin í miðbýnum hevur verið afturlatin vegna umvælingar alt hetta árið, og nú er skriv komið upp at hanga í hurðini, um at posttøka er komin at avgreiða vanligu viðurskiftini. Harafturat ber til at ringja eftir kuréri, sum kemur heim at avgreiða viðurskiftini hjá viðskiftafólkinum. Tað kann gerast við at ringja 818181.

Sofus Clementsen, postverksstjóri, sigur at við hesum broytingum, roynir Postverkið at betra um tænastuna.

- Vit hava ongar ætlanir um at lata aftur, men at menna tænastuna við posttøku og kurér. Í staðin fyri at hava opið millum 8-16.00, ber til at avgreiða síni viðurskifti á posthúsinum millum 7-22.00 hvønn dag, sigur Sofus Clementsen.

Postverksstjórin sigur, at miðbýardeildin er sentral fyri Postverkið, og at hon tískil roynir nýggjastu tøknina har. Tænastan við posttøku og kuréri hevur virkað í eina tíð kring landið, og serliga eru tað fyritøkur, ið gera brúk av hesi tænastuni.

- Hetta er ein broytingartilgongd, har vit skulu finna út av hvat brúkarin hevur brúk fyri. Í vár fara vit at kunna nærri um tænastuna, sigur Sofus Clementsen, postverksstjóri.