Fartelefonir
Serfrøðingar á fartelefon økinum hava júst sligið fast, at tá eitt fimm ára gamalt barn brúkar eina fartelefon, so verða strálurnar tiknar inn í allan heilan. Hetta skrivar danska blaðið B.T.
Yngri børn, sum tosa í fartelefon, súgva upp til 50% meira av strálum inn í heilan enn vaksin fólk.
Eisini staðfestir nýggja kanningin, at hjá børnum í 10 ára aldri og uppeftir, verða strálurnar bert tiknar inn í teir partarnar av heilanum, har telefonin verður hildin ímóti.
Henda kanning fær fleiri læknar og serfrøðingar at halda, at børn skulu ikki tosa í fartelefon fyrr enn skølturin er liðugur at vaksa.
Sms-tummil
Ein annar vandi, ið kemst av fartelefonini verður kallaður "sms-tummilin".
Læknar eru farnir at ávara ímóti hesum sokallaða sms-tummlinum, tí hetta er ein áhaldandi, ógvuslig og eintáttað tyngd á tummilin. Hetta kann hava við sær, at tummilfingurin í fyrsta umfari verður raktur av vødda- og liðgikt, og kann hetta seinni eggja til álvarsamar trupulleikar, sum til dømis slitgikt við pínu.
Serfrøðingar frá millum annað svøríki hava longu funnið fram til børn og ung, sum vegna overving av tummlinumhava fingið trupulleikar við sinum liðum og vøddum.
Tummilfingurin er ikki bygdur til at flytast skjótt yvir lítlar flatur, sum knappaborðið á fartelefonini leggur upp til.
Tølini siga, at í miðal senda danir 106.000 sms hvønn einasta tíma í døgninum, veit B.T at siga frá.