Mobilnetið koyrir aftur

Mobilnetið hjá Føroya Tele koyrir nú aftur, sum tað skal.

Mobilnetið hjá Føroya Tele koyrir nú aftur, sum tað skal.

Nakað eftir klokkan umleið 16 fór mobilnetið hjá Føroya Tele, soleiðis at tað ikki bar til at tosa í fartelefon á netinum hjá Føroya Tele.
 
Stutt fyri klokkan 17.30 eydnaðist at fáa netið uppaftur, soleiðis at tað nú aftur ber til at tosa í fartelefon.
 
Hetta er fyrstu ferð, at ein tílíkur feilur er hendur hjá Føroya Tele. Hetta er ein feilur, sum ikki eigur at henda, og nú verður farið at endurskoða, hvussu slíkt kann fyribyrgjast.
 
Feilurin er hendur í sambandi við nakrar umleggingar, sum verða gjørdar á internet-kjarnunetinum í dag.
 
Serlig yvirvaking er á netinum næstu dagarnar, til alt er støðugt aftur, sigur Føroya Tele.