Mobil rakt við gass nær føroyska markinum

Hetta kann fáa stóran týdning fyri áhugan hjá oljufeløg-unum fyri at bora eftir olju og gassi á djúpum vatni millum Føroyar og Hetland

Amerikanska oljufelagið Mobil skal hava rakt við gass á djúpum vatni millum Føroyar og Hetland. Keldur vilja vera við, at her kann blíva talan um eitt sera stórt gassfund, sum liggur heilt tætt upp at tí føroyska markinum har norðuri.

Sambart oljublaðnum ?Uppstream? kann nýggja fundið fáa stóran týdning fyri áhugan fyri Atlantsmótinum og tað serstakliga djúpa vatninum.

Annars hevur tað víst seg, at nógv oljufeløg, sum vilja gea íløgur í boring á djúpum vatni, eru farin at venda eyguni móti Vesturafrika og Meksikanska Flógvanum. Á stóru altjóða oljumessuni í Houston í Texas nú um dagarnar kom fram, at oljufeløgini hava bert ætlanir um at gera nakrar heilt fáar boring á djúpum vatni á Atlantsmótinum í ár 2000, meðan flestu brunnarnir verða boraðir í Vesturafrika og í Meksikanska flógvanum.

Ein orsøkin til hetta er tann sannroynd, at so fá nýggj fund eru gjørd vestan fyri Hetland umframt at lágu oljuprísirnir eisini tosa tann skeiva vegin.

Nú Mobil eftir øllum at døma hevur rakt við gass rættiliga ovari í undirgrundini og hetta tí eisini er ein ábending um, at olja finst longur niðri, kann hetta hava við sær, at oljufeløgini aftur fara at vísa Atlantsmótinum ans. Nýggja avtalan millum Føroyar og Bretland hevur eisini stóran týdning í so máta.

Sambart Uppstream hevur oljupallurin Jack Bates rakt við gass í teiginum 214/4 tann 10. apríl, tvs. sera tíðliga í boriprogramminum. Ongantíð áður hevur verið borað á so djúpum vatni her um leiðir, á 1590 metrum. Umrøddi teigurin liggur heilt har norðuri og heilt stutt frá júst ásetta mið-linjumarkinum millum Føroyar og Bretland.

Tað ljóðar, at boringin fer at halda fram til endan av juli, og higartil er lítið og einki likið út um boringina.

Feløgini, sum eru við í samtakinum, ið stendur fyri boringini, eru umframt Mobil, eisini Statoil, Phillips, Marathon, Enterprise, PanCanadian og Anadarco.

Møguliga gassfundið byggir á umfevnandi seismiskar kanningar, og tá feløgini fingu tillutað henda teigin í 17. útbjóðingarumfarinum í bretskum øki segði forsetin í Anadarco Robert Allison: ?Strukturarnir, sum vit hava kortlagt, kunnu vera risastórar?.

Dan Rigden, journalistur á Uppstream skrivar, at um so er, at Mobil hevur rakt við kolvetni í umrødda øki, so kann hetta ikki koma betri fyri enn júst nú hjá føroyingum og bretum, sum fegin síggja, at oljufeløg vísa Atlantsmótinum ans. Verða kolvetni funnin á hesum leiðum, so vilja Føroyar gerast partur av oljuprovinsini, og tað fer so aftur at økja um áhugan fyri øllum tí Hvíta økinum, sum við marknaavtaluni nú er bæði í føroyskum og bretskum øki.