Eftir umleið eitt hálvt ár heima skal Liljan Weihe í næstum møta til arbeiðis í Kringvarpinum. Hóast stríðið í Kringvarpinum við hesum ikki er av, so er hetta ein avleiðing av, at Mentamálaráðið ikki metir tað neyðugt, at nýggjasta kæran frá Liljan Weihe og sakførara hennara fær uppsetandi virkna.
Hendan nýggjasta kæran snýr seg um tað triðja ætlanarskrivið, sum Liljan Weihe fekk frá Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra. Fyrsta ætlanarskrivið var ein uppsøgn, sum Mentamálaráðið sum kunnugt hevur ógildað. Seinna ætlanarskrivið varð afturvíst av Liljan Weihe og síðani broytt, og triðja ætlanarskrivið inniheldur eitt nýtt starv, har Liljan Weihe skal arbeiða handan kulissurnar á tíðindadeildini. Eitt starv, sum Johnny í Grótinum sigur innihalda fleiri av somu uppgávunum sum tíðindaleiðarastarvi og sostatt eisini somu løn, men sum Liljan Weihe og sakførari hennara siga er lægri í tign enn ein vanligur journalistur og harvið væl lægri í tign enn eitt tíðindaleiðarastarv.
Og sostatt hava Liljan Weihe og sakførari hennara kært um hetta triðja ætlanarskrivið, og víst Mentamálaráðnum á, at tað ikki kann metast sum at vera flyting innan setnaraøki, og sostatt vilja tey hava Mentamálaráðið at skera ígjøgnum. Samstundis hava tey heitt á Mentamálaráðið um at geva hesari seinastu kæruni uppsetandi virknað, tað merkir, at tað hvørki skal vera møguligt at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara ella at biðja Liljan Weihe koma til arbeiðis áðrenn avgerð er fallin. Og tað er hetta, sum Mentamálaráðið metir óneyðugt.
"Síðani seinasta avgerðin um steðgandi virknað var tikin tann 15. jan. 2018, er málið væl upplýst, og tí má væntast, at Mentamálaráðið fer at taka avgerð innan rímiliga stutta tíð. Mett verður ikki, at kærarin í hesum føri er fyri einum so týðandi rættartapi, at steðgandi virknaður eigur at vera givin. Mett verður eisini, at steðgandi virknaður kann fara at draga málið óneyðuga leingi út", skrivar Mentamálaráðið í avgerðini um at nokta uppsetandi virkna.









