MMA-kappingin í Burn Showdown: Nærum allir dystirnir avgjørdir í fyrsta umfari - Ein heldur ógvusliga

Ein noktaði at geva seg og svímaði

Mixed Martial Arts kappingin í Burn Showdown 2018 er av, og tað gjørdist ein heldur stutt kapping, eftir at flestu dystirnir endaðu í fyrsta umfari.
Ein dystur endaði nakað óhugnaliga, tá ið ein svímaði, men hann var skjótur á fótum aftur.


In.fo hevði beinleiðis tekstafrásøgn, ið kann lesast niðanfyri:

 

Kappingin er tvíbýtt. Fyrst eru fimm dystir millum áhugaíðkarum og síðani eru tveir millum yrkisíðkarar.

 

 

 

Úrslitini millum yrkisíðkararnar:

 

-65,8 kg Delshad Morad vs Jonas Troest Petersen

-Eftir ein spennandi dyst vinnur Delshad Morad tá ið hann fær beinini rundan um hálsin á mótstøðumanninum. Dómarin steðgar dystinum tá ið Jonas Troest Petersen svímar eftir sonevnt Triangle Choke

 

-67 kg Till Stritter vs Jonas Nielsen

- Sonevnda Main Event var avgjørd longu í fyrsta umfari, tá ið Jonas Nielsen fekk um hálsin á Till Stritter, ið mátti geva seg eftir eitt sonevnt Guilletine Choke

 

Føroyar eru umboðaðar

Eitt føroyskt innslag er í kappingini, og tað er Luis Pellecer, ið umboðar Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu.

 

Luis roynir seg móti Mario Lukanovic í vektbólkinum undir 80 kg hjá áhugaíðkarum

Mario Lukanovic hevur undan hesum dystinum vunnið allar dystir sum MMA-íðkari higartil. Hóast Luis Pellecer er 10 ár eldri hevur hann ikki roynt seg áður í slíkum dysti, og er heldur stutt síðani farin at venja hesa grein.

 

Tað endar eisini við at Mario Lukanovic fær lagt Luis Pellecer niður og sliðið hann so mikið ofta at dómarin steðgar dystinum so at Mario Lukanovic vinnur eftir sonevnt tekniskt knockout

 

Harumframt hava úrslitini verið hesi millum áhugaíðkararnar:

 

- 74kg Prince Avanu vs Peter Gifford

– Prince Avanu vinnur eftir Rear Naked Choke í fyrsta umfari


-77,1 kg Jakob Siris vs Oliver Hempel

– Jakob Siris vinnur eftir einmælta dómaraavgerð


-83,9 kg Rune Robertson vs Kevin Jensen

– Rune Robertson vinnur eftir Rear Naked Choke í fyrsta umfari

 

 

-77,1 kg Philip Andreasen vs Simon Seiler

- Simon Seiler vinnur eftir TKO, tá ið dómarin noktar Philip Andreasen at dystast víðari eftir fyrsta umfar

 

 

 

Úrslitini millum yrkisíðkararnar:

 

-65,8 kg Delshad Morad vs Jonas Troest Petersen

-Eftir ein spennandi dyst vinnur Delshad Morad tá ið hann fær beinini rundan um hálsin á mótstøðumanninum. Dómarin steðgar dystinum tá ið Jonas Troest Petersen svímar eftir sonevnt Triangle Choke