Í ár er fyrstu ferð, at MMA (Mixed Martial Arts) er við til Burn Showdown. Fyrireikarnir siga, at tað er ikki spart upp á krútið, tí heilir níggju dystir verða í høllini á Hálsi í november.. Tveir teirra verða eisini pro dystir.
- Sjálvt um dystirnir eru bólkaðir upp í amatør og pro, so skulu amatør dystirnir ikki undirmetast. Ofta eru teir líka undirhaldandi at hyggja eftir, tí amatørarnir vilja vísa seg og eru ikki bangnir fyri at geva fólki ein góðan dyst, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyrireikari.
Fýra lond eru umboðað, Danmark, Norra, Svøríki og Føroyar. Føroyska umboðið er Luis Pellecer, ið er ein av stovnarinum av føroyska Jin Jitsu felagnum.
Amatørdystirnir eru 3 ferðir 3 minuttir:
Dystur 1:
Philip Andreasen - Danmark
Simon Seiler - Danmark
Dystur 2:
Oskar Carlsson - Svøríki
Sebastian Simic - Danmark
Dystur 3:
Prince Avanu - Danmark
Petter Gifford - Norra
Dystur 4:
Jakub Siri - Danmark
Oliver Hempel - Danmark
Dystur 5:
Ola Jacobsson - Svøríki
Mikkel Thomsen - Danmark
Dystur 6:
Rune Robertsen - Norra
Kevin Jensen - Danmark
Dystur 7:
Mario Lukanovic - Svøríki
Luis Pellecer - Føroyar
Pro-dystirnir eru 3 ferðir 5 minuttir
Dystur 8:
Delshad Morad - Svøríki
Jonas Troest - Danmark
Dystur 9:
Roger Huerta - Danmark
Jonas Courdt - Danmark










