Mladic: -Hvørki sekur ella ikki sekur

Tá Ratko Mladic kom fyri krígsbrotsmannadómstólin í Haag í dag, segði hann, at hann er hvørki sekur ella ikki-sekur í teimum 11 ákærunum. -Eg eri Mladic generalur, segði tann 69 ára gamli Ratko Mladic sinniliga, tá hann kom fyri dómdtólin í Haag fyri fyrstu ferð. Spurdur, um hann játtaði seg sekan í teimum 11 ákærunum, svaraði hann, at hann er hvørki sekur ella ikki-sekur.

Tá rættarformaðurin las ákærurnar um hópdrápið í Screbrenica, risti Mladic við høvdinum. Hann segði, at hann er illa sjúkur, og at honum tørvur meiri tíð enn teir 30 ásettu dagarnar til at lesa ákæruritið ígjøgnum.

Næsti rættarfundur verður 4. juli.