Mladic fær pensjón

Serbiska útvarpið B92 hevur nú avdúkað, at fyrrverandi generalurin Ratko Mladic hevur fingið pensjón úr serbiska ríkiskassanum, sjálvt um krígsbrotsmannadómstólurin hevur ákært hann fyri grov krígsbrotsverk undir borgarakrígnum á Balkan í nítiárunum. Sambært útvarpinum fekk hann pensjón so seint sum í november.

ST hevur kravt, at Serbia skal taka Mladic og senda hann til Haag, sum hann kann koma fyri rættin har, men serbisku myndugleikarnir hava umborið seg við, at teir vita ikki, hvar maðurin er. Sambært tíðindunum í B92 hevur Mladic ikki tikið pengar av pensjónini sjálvur, men skyldfólk hansara hava fulltrú frá honum til at taka pengar av kontuni, sigur B92.

Nú verður roknað við, at serbiska stjórnin fer at skipa eina nevnd, sum skal samskipa royndirnar at finna Ratko Mladic og aðrar serbar, sum eru eftirlýstir vegna krígsbrotsverk. Síðani Slobodan Milosevic varð útflýggjaður, hevur Serbia roynt at fáa limaskap í ES og NATO, men báðir felagsskapirnir hava svarað, at landið fær ikki limaskap, so leingi krígsbrotsmenn sum Ratko Mladic ikki eru tiknir og sendir til Haag.

Tey flestu halda, at Ratko Mladic fjalir seg í Serbia, og sambært B92 fær hann hjálp frá fyrrverandi starvsfeløgum í serbiska herinum.