Mladic aftur í rættin 9. juli

Rættarmálið ímóti fyrrverandi bosniaserbiska generalinum Ratko Mladic verður tikið uppaftur í ST-krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia í Haag tann 9. juli.

Málið bleiv fyribils útsett fyrr í hesum mánaðinum, men rætturin segði í dag, at viðgerðin heldur fram tann 9. juli, og at tá verða rættarfundir í fjúrtan dagar.

Ratko Mladic varð tikin í Serbia í mai í fjør. Hann er ákærdur fyri fólkamorð í sambandi við hópdrápið í bosniska býnum Srebrenica á sumri í 1995.