Mladen heldur fram í Kyndli

Kyndil og Mladen Mjerimecka skrivaðu í gjár undir nýggjan sáttmála

Kyndilsmenn gjørdust akkurát ov stuttir at røkka FM-finalunum í fjør, men komandi hondbóltsvetur verður nýggj roynd gjørd.

Nú er greitt, at Mladen Mjerimecka, sum hevur verið sannur brandur í Kyndils-málinum tey bæði seinastu árini, eisini verður í felagnum komandi kappingarár. Tað skrivar Kyndil á heimasíðu sínari.

Mladen kom til Kyndil kappingarárið 2013/2014, tá hann átti týðandi lut í gullmerkinum, sum kyndilsmenn vunnu í steypakappingini. Sama kappingarár gjørdist hann eisini ársins málverji í kappingini.
- Mladen er kring landið viðurkendur sum ein framúr góður málmaður, ið bæði lesur skjúttarnar væl, er róligur og haraftrat sera kappingarhugaður. "Síðsti minuttur er mín minuttur," plagar hann smílandi at taka til, skrivar Kyndil á heimasíðuni.