Vánaligt sýni í Vágum í kvøld sendi tey, sum komu við RC459 flogfarin hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn í kvøld til Íslands. Tá lendandi ikki var í Vágum fyri mjørki, varð gjørt av at fara til Keflavíkar at gista og so at royna aftur at lenda í Vágum í morgin.
Flogfarið væntast at lenda klokkan 12:15 í Vágum í morgin, mánadagin 2. juni, sum RC1459, upplýsir Atlantsflog.
RC450 02. juni til Keypmannahavnar væntast at fara úr Vágum kl.12:00
RC470 02. juni til Billund væntast at fara úr Vágum kl. 18:00
RC453 02. juni úr Keypmannhavn væntast í Vágum kl. 17:15
– Ferðafólk vera vinarliga biðin um at fylgja við heimasíðu okkara www.atlantic.fo, siga tey hjá Atlantsflog.