Lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Skýggjað, í støðum mjørki og stundum regn ella okkurt ælið, tó sum frá líður turt fyri tað mesta.
Í kvøld lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, týsdag fyrrapart vaksandi upp í frískan vind, 10 m/s. Framvegis skýggjað og í støðum mjørki, í nátt og týsdag fyrrapart viðhvørt okkurt ælið.
Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.










