Mjølnir við í kappingini um finalupláss eftir fjórða sigurin á rað

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Ternan – Mjølnir 0-3 (8-25, 15-25, 14-25)

 

Eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni í gjárkvøldið – tann fjórði á rað í Føroya Tele-kappingini - er Mjølnir av álvara við í kapprenningini um seinna finaluplásið í FM-kappingini saman við Fleyr og SÍ. Við teimum trimum stigunum kemur Mjølnir upp á 14 stig fyri fyri átta dystir, beint í hølunum á SÍ sum hevur 15 stig fyri níggju dystir. Nakað frammanfyri er Fleyr við 20 stigum fyri níggju dystir.


Tað tók Mjølni einans 13 minuttir at vinna fyrsta settið 25-8, eftir at Mjølnir fór frá 10-5 til 23-6. Ternan stóð seg munandi betur í øðrum setti og var bert aftanfyri við trimum stigum við støðuna 10-13, tá tað fór at dragna, og Mjølnir síðan vann 25-15. Í triðja setti fór Mjølnir tíðliga seks stig framum, áðrenn settið varð vunnið 25-14.


Sunnudagin hevur Fleyr trupla uppgávu, tá ósigraða oddaliðið Dráttur vitjar. Hetta kann gerast gyltur møguleiki hjá Mjølni og SÍ at nærkast Fleyr, skuldi havnarliðið ikki fingið stig í tí dystinum. Men hjá Mjølni verður uppgávan ímóti TB sunnudagin alt annað enn løtt. Seinast tey spældu, vann Mjølnir 3-2 á Tvøroyri. Hjá SÍ sær uppgávan lættari út, tí mótstøðan sunnudagin er Ternan, sum einki stig hevur vunnið enn og bara eittans sett.


Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

 

 

Nr.

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

Dráttur

 
 

10

 
 

23

 
 

27

 
 

2

 
 

Fleyr

 
 

9

 
 

13

 
 

20

 
 

3

 
 

 
 

9

 
 

3

 
 

15

 
 

4

 
 

Mjølnir

 
 

8

 
 

2

 
 

14

 
 

5

 
 

TB

 
 

8

 
 

-4

 
 

10

 
 

6

 
 

KÍF

 
 

10

 
 

-14

 
 

7

 
 

7

 
 

Ternan

 
 

8

 
 

-23

 
 

0

 

 


Komandi dystirnir í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Sun. 4. feb.: SÍ - Ternan Kl. 13:00

Sun. 4. feb.: Mjølnir - TB Kl. 14:00

Sun. 4. feb.: Fleyr - Dráttur Kl. 17:00


Allir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum.

-----------------

 

Mynd: Mjølnir


------------------------------------

(Flogbóltssamband Føroya)