Polestardeildin: Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 og vann FM

Triðja FM-finalan í Polestardeildini var minnilig

Skíggjamynd frá Televarpinum

Mjølnir vann triðu FM-finaluna í Polestardeildini, og er á sjeynda sinni á rað FM-vinnari.

 

SÍ var annars á sigurskós í høllini á Giljanesi. SÍ var á odda 2-0, men Mjølnir spældi seg upp og javnaði fyrst til 2-2. Mjølnir var greitt á odda í javnbrótaranum, men SÍ kom afturíaftur og mundi koppað settinum teirra veg, men tað gekk akkurát ikki.

 

Nú fara liðini at fokusera upp á steypakappingina.

 

SÍ-Mjølnir 2-3 (25-22, 30-28, 19-25, 20-25, 17-19)

 

Skíggjamynd frá Televarpinum