Flogbóltsfólk meta Fram og Mjølnir teljast millum størstu favorittarnar til FM-heitið í meistaradeildini hjá monnum í ár, og tey bæði liðini spældur sunnudagin í Klaksvík.
Lagt var upp til spennandi dyst, og hóast byrjanin var rættiliga einvegis, og Fram tóktist verða betri fyri, gjørdist tað veruliga spennandi til endans, og fimm sett skuldu til, áðrenn avgerðin var fallin.
Fram vann bæði fyrsta og næsta sett, fyrsta sett rættiliga greitt, meðan Mjølnir stóð seg nakað betri í øðrum setti.
Í triðja setti kláraði Mjølnir at vinna, men aftur í fjórða settið fingu teir trupulleikar. Fram kom fram um 14-11, og hevði tveir dystarbóltar, men hvørgu ferð eydnaðist at avgera dystin. Mjølnir vann settið 16-14.
Í fimta og avgerandi settinum hevði Mjølnir munin. Tað var tætt og spennandi, men klaksvíkingarnir vunnu at enda, og tað sum líktist einum greiðum tapi eftir tvey sett, var vent til ein tepran sigur.
Mjølnir-spælararnir við Klæmint Isaksen á odda hava fleiri royndir enn Fram-spælararnir, og teir kláraðu at halda høvdið kalt í teimum avgerandi løtunum. Fram hevur hinvegin gjøgnumgangandi størri spælarar, og í kantspælarunum Rúna Weihe og Sigmund av Teigum hava teir tveir fram úr spælarar. Fram spælir nógv uppá teir báðar, og tað tóktist sum teir troyttaðust, tá komið var í fimta sett.
Leygardagin vann Mjølnir 3-0 á Nøvuni og ÍFa vann 3-1 á Fleyr.