Mjølnir koyrir á

Aftur leyardagin eydnaðist kvinnunum í Klaksvík at vinna sannførandi sigur

Hóast fleiri av lyklaspælarunum á Mjølnir liðnum trý tey seinastu árini, tá ið liðið úr Klaksvík hevur vunnið FM, nú gera um seg í bestu deildini í Danmark, so gongur tað sum eftir ánni hjá flogbóltskvinnunum í Klaksvík.

Leygardagin høvdu tær vitjan av SÍ, og úrslitið varð sannførandi heimasigur. Mjølnir vann 3-0, og settúrslitini vóru 25-9, 25-13, 25-15. Mjølnir hevur vunnið allar 6 dystirnar.

Í hinum dystinum leygardagin í kvinnukappingini hevði Fleyr vitjan av TB. Úrslitið var 3-1 heimasigur. Settúrslitini siga, at tað gekk rættuliga javnt á: 25-22, 25-27, 25-21, 25-20

Sunnudagin eru tveir dystir á skránni: ÍF-Dráttur og Ternan-KÍF.

Fleyr hevur vunnið 5 og tapt ein, KÍF hevur vunnið 3 og tapt 2, Dráttur hevur vunnið 3 og tapt 2, TB hevur vunnið 2 og tapt 3, SÍ hevur vunnið ein og tapt 5, Ternan hevur vunnið ein og tapt 4, og ÍF hevur tapt allar 4 dystirnar, sum tær higartil hava spælt.