M.J. Saltsøla fegnast um samstarv

- Her er gott at liggja í dag, men tá uppgangur er, verður neyðugt at bíða eftir betri líkindum.

Bygningurin, sum M.J. Saltsøla eigur á Toftum, er 2.500 fermetrar stórur og er soleiðis størsti bygningur av sínum slag í kommununi. Seinnu árini hevur fyritøkan keypt og selt millum 14.000 og 16.000 tons av salti um árið.

 

Í samrøðu við in.fo fyrr í dag, segði stjórin, Magni Johannesen, at sølan av salti í ár er umleið 5-10 prosent størri enn í fjør. Viðskiftakundarnir eru teir somu, og tí merkir tað, at meira fiskur er saltaður í ár.

 

Saltsølan hevur fingið fleiri lastir av Ibiza-salti, síðan bygningurin á Toftum stóð liðugur, men lastin, sum kom í dag, er hin fyrsta, sum verður løgd upp við atløguna, sum er bygd framman fyri bygningin hjá M.J. Saltsølu.

 

Magni Johannesen sigur, at nú hann er vestligur í ættini, er eingin trupulleiki hjá skipinum, sum liggur bæði trygt og væl á Toftum.

 

- Men, her verður ikki kyrt at liggja, tá lágættarvindur er, og ringt er í sjónum. Tá verður tað helst soleiðis, at skipið, sum kemur við salti, kemur at liggja og bíða eftir betri líkindum.

 

Stjórin í M.J. Saltsølu er annars sera fegin um tað samstarv, sum fyritøkan hevur havt og framvegis hevur við Nes kommunu.

 

- Vit hava fingið eina longri atløgusíðu, enn ætlanin var í fyrstu syfti, og kommunan hevur víst sera góðan vilja við at gera hesa íløgu. Seinni er væntandi, at atløgan við saltgoymsluna og havnalagið í Nes kommunu annars verður bygt enn meira út.

 

Magni Johannesen vísir á, at M.J. Saltsøla brúkar nýggju atløgusíðuna, sum er 40 metrar til longdar, tá skip kemur við salti. Annars er hon tøk til aðra nýtslu.

 

- Vit eru fegin um, at M.J. Saltsøla er komin á Toftir, tí her eru vit nógv nærri flestu viðskiftakundum. Hetta hevur stóran týdning, bæði fyri okkum og viðskiftakundarnar, sigur stjórin.

 

Viðheftu mynd av M.J. Saltsølu eigur Nes kommuna.