Tróndur Enni fanst í Planet blaðnum, ið liggur í Sosialinum í kvøld, harliga at fyriskiparunum av MjúS fyri at hava víst ljótan atburð, við at bjóða Saybia meira pening enn Jóansøkufestivalurin hevði bjóða fyri at fáa bólkin at spæla hjá sær.
Tróndur Enni finnist eisini at MjúS fyriskiparunum fyri at hava lagt festivalin á Jóansøku. Katrin Petersen vísir á, at tá tey valdu dagfestingina á MjúS, lá einki tónleikatiltak í Suðuroy. Tey vistu at jóansøka var, men mettu, at ein oyggjastevna og ein tónleikafestivalur væl klára at deila eitt vikuskifti. Hetta vísti seg eisini at vera rætt mett, sigur Katrin. Tí Jóansøkuhaldið í Suðuroy var sambært Sosialinum sera væl vitjað.
Nógv tiltøk vóru kring landið jóansøkuvikuskiftið. Millum annað var heimskendi gospelsangarin Russ Taff í Føroyum hetta vikuskiftið, og hevði tvær konsertir. Katrin skilir ikki, at tað skal vera so nógv "ljótari" at gera eitt tónleikatiltak á Sandi enn í Havn og Runavík. Hon undrast tí, hon hevur ikki hoyrt eitt øvugt orð frá Tróndi Enni um tey, sum fingu Russ Taff til Føroya.
Hon heldur tað er sera harmiligt at hoyra henda tónan brúktan um MjúS - og púra óneyðugt eisini. Tí bæði Russ Taff-konsertirnar, MjúS og tiltakið hjá Tróndi Enni fingu góð skoðsmál í bløðunum, og allir fyrireikarar søgdu seg vera nøgdar.
Tróndur Enni segði við Planet, at tað er tápuligt at skapa sovorðið klandur, og at vit hava ikki brúk fyri split á føroyska tónleikapallinum." Hetta er Katrin samd í. Hon sigur føroyski tónleikapallurin hevði onga ætlan um at fara til Suðuroyar á jóansøku - Har var onki tónleikatiltak! Ikki fyrr enn tíðindini frættust, at teir 1500 íbúgvarnir í Sandoynni ætlaðu at savna allar kreftir at fáa oynna við í føroyska tónleikalívið, og bjóða okkara serstaka umhvørvi fram sum pall.
Katrin sigur harumframt at Tróndur Enni sjálvandi kann halda, at sandingar eru "øgiliga ljótir" - men heldur at bæði Sosialurin og Tróndur sjálvur eiga at síggja, at sovorðið orðalag á prenti er hinumegin markið fyri sømiligum úttalilsum.