MjúS heldur steðg í ár

Hugnaligi festivalurin á Sandi, MjúS, verður ikki hildin í ár.

Fyrireikararnir boðaðu í gjár frá, at tey undir fyrireikingunum til hetta summarið ikki kendu seg sannførd um, at tey fáa givið MjúS-gestum eina eins góða uppliving sum undanfarnu árini, tí hava tey valt at steðga á í eitt ár, og síðani byggja upp til at koma sterkt aftur komandi ár."

Váta veðrið í fjør eigur part av orsøkini, hetta skerdi inntøkurnar so nógv, at trupult hevur verið at fáa gongd á í ár verður sag. Steðgurin gevur møguleika fyri, at fyrireika seg væl og virðiliga til MjúS í 2008.