Barnaróðrarnir og róðurin millum 5-mannaførini við gentum hava kappast á Vágsfirði ídag.
Nú var ætlanin, at 6-mannaførini við kvinnum skuldu kapppast, men tann kappingin er fyribils útsett.
Tað er ov tjúkt at rógva kapp á Vágsfirði í løtuni. Tað sæst ikki av startmálinum og inn á endamálið.
Harvið hava stýrimenninir einki at stýra eftir.
Høvuðsdómarin sigur í samrøðu við Kringvarpið, at róðurin er ikki avlýstur. Tað verður bíðað eftir, at mjørkin fer at lætta soleiðis, at tað fer at bera ti at rógva.
Dómararnir fundast í løtuni, og seinni verður meiri at frætta.










