Mjørkin argaði Gilla

Eina løtu sá svart út hjá Gilla Rólantsson. Mjørkin forðaði honum at sleppa til Bergen.

Fyri lítlari løtu síðani lendi flogfarið við Gilla Rólantsson í Bergen. Sum in.fo skrivaði í morgun, hevur Brann gjørt avtalu við Aab um at keypa føroyska landsliðsspælaran.

 

Mjørkin argaði tó Gilla Rólantsson eina løtu. Hann skal til læknakanning áðrenn midnátt, men øll flogferðsla til Bergen lá lamin av mjørka. Hann er tó lættur og flogfarið úr Aalborg lendi beint áðrenn klokkan hálvgum átta føroyska tíð.

 

Brann og Aab eru samd um keypsavtaluna, men sambært Bergensavisen hevur Gilli Rólantsson ikki undirskrivað avtaluna enn. Fyrst má hann gjøgnum læknakanningina og so skulu seinastu smálutirnir í sáttmálan koma upp á pláss.

- Vit eru ikki so langt frá at gerast samdir, segði Gilli Rólantsson við BA, tá blaðið fekk orðið á hann á flogvøllinum.

 

Brann liggur í løtuni á triðja plássi í norsku Elituseriuni.