Í kvøld sleppur HB at royna seg í tignarligu Champions League kappingini fyri fyrstu ferð.
Um nú floglíkindini hava verið til vildar.
Á middegi í gjár høvdu eitt flogfar hjá Maersk og Atlantsflog verið yvir flogvøllinum í Vágum, men hvørki slapp niður. Tíðliga um morgunin lendi eitt annað av flogførunum hjá Maersk.
Finsku spælararnir úr FC Haka skuldu koma til Føroya við rutuflogfarinum hjá Maersk, men teir endaðu ístaðin í Bergen
Áðrenn evstamark á blaðnum seinnapartin í gjár varð sagt, at flogfarið, sum teir finsku spælararnir vóru við, skuldi royna at koma aftur í Vágarnar seinnapartin í gjár, men tað bar illa til at siga, um tað kundi lenda. Líkindini skiftu skjótt, og tað var ein spurningur um at verða heppin við líkindunum.
Altjóða royndir
Mótstøðuliðið hjá HB í kvøld er samansett av spælarum, sum samanlagt hava nógvar royndir í altjóða fótbólti. Nógvir av spælarunum hava spælt ungdómslandsdystir, onkrir eisini A-landsdystir, og liðið hevur áður verið við í Europa-Cup.
FC Haka er finskur meistari, og liðnum, sum spælir móti HB í kvøld, eru 12 spælarar, sum hava spælt á onkrum finskum landsliði.
Mest royndi spælarin, tá talan er um altjóða fótbólt, er vejuspælarin Janne Makela, sum hevur spælt 20 A-landsdystir umframt 11 U21 landsdystir.
Álopsspælarin Jukka Rahanen hevur spælt 14 A-landsdystir, 10 U21 og 16 U18 dystir.
Tríggir aðrir spælarar hava A-landsdystir á baki, teir eru málvejin Panu Toivonen (2 dystir), álopsspælarin Kai Nyyssonen (2 dystir) og miðvallarin Lasse Karjalainen (7 dystir).
Síðst nevndi hevur nógvar U-landsdystir á baki. Hann hevur spælt heili 45 U18 landsdystir og 14 U21 dystir.
Nógv gull
FC Haka, sum varð stovnað í 1934, hevur vunnið finska meistaraheitið seks ferðir, fyrstu ferð í 1962 og síðstu ferð í fjør.
10 ferðir hevur liðið vunnu steypakappingina, seinast í 1997, og liðið hevur eisini einaferð vunnið tí sokallaðu liga-steypakappingina.
FC Haka hevur 13 feðir verið við í Europa-Cup fótbólti. Fyrstu royndirnar stava frá 60?unum. Besta avrikið hjá FC Haka var í 1983, tá liðið kom til 3. umfar í kappingini fyri steypavinnarar. Har møttu teir mæta italska liðnum Juventus, og taptu tvær ferðir 1-0.
Annars er vanligt, at finska liðið rýkur út eftir eitt ella tvey umfør. Í fjør vunnu teir móti Bangor City, men taptu síðani móti Panionios.
Tveir nýggir hjá HB
HB hevur seks ferðir verið við í Europa-Cup fótbólti, og HB hevur verið við á hvørjum ári síðani 1993.
Hetta merkir, at flestu av spælarunum hjá HB hava roynt seg í Europa-Cup fótbólti áður, og nógir av teimum hava eisini spælt landsdystir.
Kaj Leo Johannesen og Rúni Nolsøe eru teir einastu, sum higartil hava spælt allar Europa-Cup dystirnar hjá HB. Kaj Leo Johannesen skal ikki spæla í kvøld, og tí fær Bárður Johannesen kjansin í altjóða dysti fyri fyrstu ferð. Harafturat skal Magni á Lakjuni fyri fyrstu ferð spæla Europa-Cup fótbólt í kvøld.
HB-spælararnir hava vant á Tórsvølli í gjár og fyrradagin, og teir lata væl at vøllinum. Í gjár skuldi grasið sláast, so vøllurin verður so lættur og góður sum gjørligt í kvøld.
Dysturin verður klokkan 19.00 í kvøld. Dómararnir koma úr Estlandi, og UEFA-umboðið úr Týsklandi.









