Mjørki og sirm um vikuskiftið

Eitt veikt brúgvalag kom í nátt inn yvir Føroyar av útsynningi og nú streymar lýggj og slævin luft inn yvir okkum av útsynningi og vestri, mánadagin av suðri og landsynningi. Mikudagin og hósdagin koma væntandi nýggj brúgvaløg við regni inn yvir Føroyar av útsynningi.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassa vind av útsynningi 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut, í støðum mjørki, og stundum regn ella sirm. Í nátt makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Framvegis skýggjað og támut, men bara hendinga sirm. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 3 til 8 m/s, í støðum gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og mjørki í støðum. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s, seinni fyri tað mesta av suðri og landsynningi. Skýggjað og mjørki í støðum, møguliga sirm av og á. Hitin millum 4 og 9 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Skyggjað og stundum regn. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og lækkar í ein sunnan. Skýggjað og stundum regn og hitin millum 3 og 8 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 10 stig.