Mjørki og sól um vikuskiftið

- Hann verður eystan í ættini um vikuskiftið, og tí verður onkustaðni mjørki og onkustaðni sól, sigur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen.

Hóast hann er lækkaður niður í eystan, verður framvegis gott veður teir komandi dagarnar.

Eysturættin ger tað so, at mjørki og kanska sirm kann verða á teimum støðunum, ið venda ímóti ættini.

Hinvegin eru góðir møguleikar fyri sólargeislum á teimum støðunum ið venda vestureftir.

- Hitin fer at liggja millum 11 og 15 stig. Har mjørki er, kann hitin koma niður í 10 stig, sigur Petur.

Vindurin verður lítil og tað sama er galdandi fyri avfallið. Tó kann roknast við regni sunnukvøldið og mánamorgunin.