Tað var so nógvur mjørki á London-leiðini í dag, at á Heathrow-flogvøllinum máttu tey avlýsa fleiri komur og fráferðir.
Hetta er annar dagurin við trupulleikum. Í gjár var tað kortini ikki veðrið, sum órógvaði ferðsluna, men heldur teir nógvu arbeiðssteðgirnir, sum vóru í fleiri evropeiskum londum í gjár.
Tað var ikki bara Heathrow-flogvøllurin, sum hevði trupulleikar av mjørka í dag. Skilið var tað sama í London City, Norwich og í Southampton.
Sýnið batnaði seinni.