Mjørki darvar flogferðsluna

Rættiliga nógvur mjørki er í løtuni á Flogvøllinum í Vágum, og hetta ávirkar flogerðsluna.

Seinnapartin skuldi eitt flogfar úr Keypmannahavn lenda í Vágum klokkan 13.50, men flogfarið fekk ikki lent orsakað av mjørkanum. Tískil fleyg flogfarið til Egilstaðir í Íslandi, og roynt verður aftur at lenda í Vágum seint seinnapartin.

Eisini fráferðurnar, sum skuldu verða úr Vágunum henda seinnapartin, eru nakað broyttar.

Til ber at fylgja við í flogferðsluni her