Eftir SSL-ætlan røkir Silja Star farleiðina frá sunnumorgni, so nú eru bert Smyril, Teistin og Sildberin, ið ikki hava lagt at í Nólsoy hesar seinastu dagarnar.
Hví frættist einki kjak um fyrimunirnar við nýggju ferjuni? Er tað so rívandi galið, at so leingi talan er um hesar fáu atkvøðurnar í Nólsoy, so vilja politikkarar ikki brúka tíð uppá hetta (fyri okkum) so týdningarmikla mál?
Nýggja ferjan er metta at kosta einar 40 milliónir krónur. T.v.s., 20 mió um árið í tvey ár. Hesi bæði árini, eru "síðuvinningarnir" m.a. at fólk fáa/varðveita arbeiði og at skipasmiðja og el-fyritøka vinna sær know-how. Lønarinntøkur hava sjálvsagt við sær skattapengar og harvið er logikkurin, at landið eisini fær inntøku av at seta hetta í verk. Know-how kann hava við sær reklamu um førleikar og harvið skapa fortreytir fyri nýggjar verkætlanir.
Ymiskt høvuðspunkt eru, ið ynskinum um nýggja ferju, flestu hava verið frammi áður, so sum trygd, dagføring og flutningsmøguleikar. Eitt, ið tó ikki hevur verið nógv frammi, er rottu-prátið. Um rottan ikki er komin til Nólsoyar enn, so er tað upplagt at ferjan liggur í Nólsoy millum túrarnar. Sum er, liggur Ternan (ella Ritan, Sam o.s.fr.) á Bursatanga og har er lætt hjá rottu at sníkja seg umborð eftir rampu ella festi. Um ferjan ikki liggur í Nólsoy, so eiga okkurt at verða fyriskipað, soleiðis at vit ikki bjóða rottuni túr.
Í øllum tí, ið skrivað er um nýggju ferjuna, er tað løgið at t.d. MEST ikki tekur orðið. Hvørjar møguleikar hevur MEST at bjóða seg fram og hvussu nógv kann gerast í Føroyum? Arbeiðsbólkurin var á gólvinum í Tórshavnar Skipasmiðju og har var gott og konstruktivt prát. Eitt, ið kom fram beinanvegin, var at tað ganga 18 mánaðir at byggja slíka ferju (tá er íróknað tíðin har tilboðini liggja úti). 1½ ár er ikki so øgiliga leingi, men at bíða 10-15 ár fyrst, tað er leingi!
Vónandi taka politikkarar orðið. Vónandi verður ikki bert talan um valagn. Vónandi verður komandi val onkur politikkari valdur, ið torir at seta verkætlanina í gongd. Ikki bert fyri atkvøðurnar í Nólsoy - men fyri dagføring av hesum partinum av føroyska infrakervinum.










