Mjørkatúrurin 17 juli 2005

Majbritt Jacobsen

10 juli. gleddi 12 ára gamla dóttir mín seg til at fara til Danmarkar at ferðast. Aftaná nakrar deiligar dagar, gleddi hon seg tó at koma heimaftur til klettarnar. Tað var tann 17. juli. Mjørkadagarnar.

Tað var ikki stuttligt. Vit fingu at vita, at flogfarið var avlýst og so vóru góð ráð dyr. Dóttir okkara dámar ikki at vera einsamøll millum fremmand, slettis ikki at sova saman við teimum. Hon kundi ikki vera hjá familjuni niðri, um hon nú kom ov seint til flogfarið. Eingi visti nær fari var avstað og hvussu langa tíð, tey høvdu at umráða seg.

Systurdóttur mín slapp at sova saman við dóttur míni á hotellinum. Aftaná at hon (systurdótturin) mátti fara tíðliga á morgni, tóku tey sær væl av henni, bæði tey á hotellinum og ferðaleiðarin, sum var send av flogvøllinum. Ferðafylgið var síðani kunnað um støðuna og vóru síðani bjóðað at fara ein túr í Legoland. Her var tó tann trupulleiki, at tey ikki kundu senda dóttur mína avstað einsamalla. So tá ein ótrúliga fitt familja, sum vit ikki kendu, bjóðaði sær at taka hana við í Legoland ringdu tey til mín fyri at kanna um hetta var í lagi. Ein fyrikomandi maður, presenteraði seg og segði sum var og um vit vildu geva loyvi til at hon, fór við familjuni avstað. Sjálvandi slapp eg fyrst at tosa við viðkomandi, hetta játtaði eg so.
Í Legolandi fingu tey "matpengar" bæði til døgurða og náttura. Tey fingu javnan kunning um nær tey kundu vanta at fara.

Eg var sjálvandi eitt sindur órólig og forvitin fyri at vita, nær tey komu so eg ringdi nakrar ferð til Atlantic og fekk altíð fitt og fyrikomandi fólk í hornið. Tey tóku sær góða tíð at lurta eftir, hvat tað snúði seg um og um tey ikki kundi svara mær her og nú, ringdu tey aftur til mín og góðu mær boð.

Sjálvandi yngstu vit at verið hesa hending fyriuttan, men eg haldi at starvsfólkið í Atlantic hevur alt rós uppiborðið. Eg havi bara gott at bera Atlantic Airways.