Mjørkadalsmenn bjóða til gongutúr

Hermenninir í Mjørkadali bjóða øllum føroyingum at ganga túr við sær Kristi himmalfarsdag Íróttarfelagið í Mjørjkadali skipar aftur í ár fyri gongutúri.

Hetta er ein gongutúrur, sum byrjar við Keypsamtøkuna í Hoyvík og síðani verða 15 kilometrar gingnir niðan í Mjørkadal.

Hóast túrurin verður kallaður Færø March, so er talan um ein hugnaligan gongutúr, sum Mjørkedals Idretsforening skipar fyri.

Fyrstu fer hesin túrur varð gingin, var í 1976, og í fjør luttóku 40 fólk á túrinum. Bara eina ferð hevur túrurin verið avlýstur, og tað var vegna veður.

Tað kostar onki at vera við, og ávegis niðan ber til at keypa okkurt smátt, meðan tað verður møguleiki at keypa sær ein heitan bita uppi í Mjørkadali.