Tá eg gav mær stundir til at svara upp á tað “meinaleysa referatið” hjá Arnstein Niclasen, so var grundin heilt einfalt tann, at Arnstein Niclasen tók sær rætt til at rættleiða meg uttan at hann hevði gjørt sær tann ómak at spyrja meg nærri um nevndu viðurskifti í Miðlahúsinum. Eftir øllum at døma er Arnstein Niclasen eisini nøgdur við svarið. Hann nevnir í øllum førum ikki eitt orð um, at mínar grundgevingar ikki halda. Tykist enntá tætt við at viðganga, at Gud arbeiðir gjøgnum nátúrligt úrval. Hann nevnir yvirhøvur einki um tær grundgevingar ella niðurstøður, sum eg legði fram í greinunum hjá mær. Men Arnstein Niclasen er týðiliga ónøgdur við, at eg havi dittað mær at givið honum svar.
Arnsteinsk tokutala
Tað tykist bara løgið, at Arnstein Niclasen ikki er áhugaður í at reka grundgevingarnar hjá mær aftur. Tí heldur enn at royna at afturvísa nakað av tí, sum eg førdi fram, leggur Arnstein Niclasen eftir mær persónliga og kemur við nýggjum ósannindum og høpissleysum uppáhaldum. Arnstein Niclasen tykist ikki halda tað vera neyðugt at grundgeva ímóti nøkrum av tí, sum eg føri fram, tí eg havi ikki lisið bíbilsku tekstirnar á upprunamálunum, og tí, at eg einans undirvísi á seminariistøði!? Nú kann eg upplýsa fyri Arnstein Niclasen, at eg havi undirvíst rættiliga nógv á lærdum háskúla, men tað er ikki í sær sjálvum grundgeving fyri nøkrum sum helst, tí poengið er, at tað eru grundgevingar og einans grundgevingar, sum telja. Hann fer enntá so langt av leið, at hann rør fram undir, at eg nýti arbeiðstíðina til at skriva greinar í!? Hvat skulu lesarar, sum eru áhugaðir í evninum, nýta tílíkt persónligt brigsl til? Og hvat sigur tað um Arnstein Niclasen?
Greinin er úr enda í annan ein vavgreytur av persónligum brigsli, sum einki hevur við sakina (evnið) at gera. Og so ger Arnstein Niclasen eisini nakrar heilt margháttligar logiskar brølarar, sum man skal leita leingi eftir – helst langt undir seminariistigi: Samstundis sum Arnstein Niclasen brigslar mær, at eg ikki havi lisið bíbilsku tekstirnar á upprunamálinum, heldur hann í ramasta álvara uppá, at eg átti at gagnnýtt arbeiðið hjá Victor Danielsen, sum var fólkaskúlalærari og ongantíð lærdi bíbilsku upprunamálini!?
Eg veit ikki um nakar skilir hendan heilt serstaka arnsteinska logikkin, men eg havi so ikki lært nakað um hann á nøkrum lærdum háskúla. Sjálvandi royni eg at grunda mínar greinar á granskarar, sum hava lisið og granskað bíbilsku handritini á upprunamálunum. Alt annað hevði verið ólogiskt. Her er Victor Danielsen ikki tann fyrsti, sum eg komi at hugsa um (og fyri at Arnstein Niclasen ikki skal miskilja meg, so er hetta ikki ein kritikkur av tí stóra arbeiði, sum Victor Danielsen gjørdi á øðrum økjum, men einans ein kritikkur av vantandi logiskum samanhangi í viðmerkingini hjá Arnstein Niclasen).
Eg haldi, at tað hevði sømt seg betur fyri Arnstein Niclasen at farið eftir bóltinum (sakini) heldur enn manninum (ad hominem). Men sjálvandi, fær man ikki hendur á bóltinum (les grundgevingunum), so er tað freistandi at royna at avlaga kjakið við at sáa misálit á boðberan. Tað sømir seg bara illa fyri Arnstein Niclasen og gagnar als ikki kjakinum.
Arnsteinskar misskiljingar
Nakar góður lesari tykist Arnstein Niclasen heldur ikki vera. T.d. leggur hann meg undir at “høgga í” prestaparið Anne Sophie og Paul Seidelin, sum ongan møguleika hava fyri at verja seg. Men tey, sum hava lisið viðmerkingarnar hjá mær vita, at tey bæði onga grund hava til at verja seg. Tað eru ikki sjónarmið hjá Anne Sophie og Paul Seidelin, sum standa fyri falli (hóast eg vísti á, at allir granskarar ikki eri samdir við teimum, heldur ikki brøður og evangeliskt-kristnir granskarar), men útleggingin hjá Arnstein Niclasen av tí, sum hann endurgevur úr bók hjá Anne Sophie og Paul Seidelin. Tað er ikki neyðugt at hava fingið frálæru á høgum stigi fyri at leggja merki til, at mín kritikkur ikki rakar Anne Sophie og Paul Seidelin, men einans tað, sum Arnstein Niclasen fær burtur úr tí, sum hann endurgevur úr teksti hjá teimum. Er tað nakað, sum eg eitt sindur misvísandi kann sigast at “høgga í”, so eru tað tær skeivu grundgevingarnar hjá Arnstein Niclasen. Anne Sophie og Paul Seidelin siga snøgt sagt ikki tað í tí endurgivna brotinum, sum Arnstein Niclasen roynir at brúka endurgevingina til. Í veruleikanum legði eg heldur ikki eftir Arnstein Niclasen; eg vísti bara á, at hansara grundgeving er skeiv. Mótvegis grundgevingum ber einans til at seta fram mótgrundgevingar. Hinvegin ber væl til (og er tíverri alt ov ofta nýtt í máttloysi) at leggja eftir boðberanum, tá man ongar grundgevingar hevur.
Tað er einans eitt sjónarmið hjá Arnstein Niclasen, sum stendur fyri falli. Og Arnstein Niclasen er væl førur fyri at verja seg. Hann leggur bara ikki í ella megnar ikki at verja sítt sjónarmið. Tað hevur Arnstein Niclasen rætt til, men tað sømir seg hinvegin illa fyri hann, at hann av órøttum leggur meg undir at “høgga í tey” verjuleysu (ad hominem).
Tí tá leggur Arnstein Niclasen eftir boðberanum – enntá við følskum skuldsetingum.
Perspektiv
Viðmerkingin hjá Arnstein Niclasen er eitt skúladømi um skeiva próvførslu, har farið verður eftir manninum (ad hominem) heldur enn eftir bóltinum (sakini). Greinin er hesum viðvíkjandi so góð, at eg umhugsi at nýta hana í frálæruni í logikki í heimspeki á miðnámsskúlunum. Vanliga plagi eg ikki at gera viðmerkingar til persónligt brigsl og mjørkaboksing, men hesaferð helt eg, at eg skuldi takka fyri gott frálærutilfar.
Men eg svari ikki uppá eina ad hominem grein afturat.