Mjølnir vann uttan fulla manning

Uttan Marjun Kalsø á liðnum megnaði Mjølnir at vinna á TB, men onkuntíð stóð tó nógv á undir dystinum

TB ? Mjølnir 1-3 (22-25, 25-20, 17-25 og 12-25)


Flogbóltur, kvinnur


Hóast ein av berandi kreftinum á Mjølnir-liðnum, Marjun Kalsø, ikki var við á Tvøroyri, so megnaði TB ikki at vinna dystin ímóti klaksvíkingunum.

Tvey tey fyrstu settini vóru nøkulunda jøvn, harav bæði liðini vunnu hvør sítt, men síðani fór spenningurin úr dystinum.


Tina óhugnalig

Av Tvøroyri frættist, at tað serliga var miðleikarin Tina Jacobsen hjá Mjølni, sum leikti ein avbera góðan dysti. Hon vann alt hon nært við frammi við netið, eins og tað var sera nógv kraft á sløgunum, soleiðis at at Winnie Djurhuus og co. hjá TB, ikki høvdu nakran møguleika at fáa hendur á bóltinum. Eisini Anna Jacobsen og Margit Joensen leiktu væl hjá Mjølni.

Seinasta settið endaði heili 25-12, og hetta settið nærmast stóðu TB-leikararnir bara á vøllinum. TB-liggur nú næstaftast í meistaradeildini, og um tær skulu gera sær vónir um at vera millum tey trý bestu liðini, má meira kraft fáast í álopið, eins og móttøkurnar mugu betrast.